Tilfar

PP-RCT

PP-RCT verður mest brúkt til luftskipanir og kalt og heitt vatn.

PP-RCT er ikki UV mótstøðuført, og hevur eina lága vekt, er liðiligt og terist ikki.

PP-RCT hevur lágt trýsttap vegna lága gníggimótstøðu.

PP-RCT samlast antin mekaniskt við koblingum ella sveisast saman. Sveising kann útførast, sum muffu dorn sveising ella við elektromuffum (muffir við innbygdum sveisitráði). 


Varmaumráðið er 0 °C til + 95 °C, men maks. trýst og livitíð avhongur av veskuslag og varma.

Vælegnað til trýstluft- og vatnskipanir.

Kann leverast frá Ø 20 mm til Ø225 mm og í fylgjandi trýsttrinum: PN 16 og PN 20

Trýst á her, fyri at sýggja tilfarsyvirlit

PE 100

PE er í øðrum londum, m.a í Danmark og Týsklandi mest brúkta tilfar til gass- og vatnforsýningar og skipanir har varmin ikki kemur yvir 50 gradir

PE er UV mótstøðuført, og hevur eina lága vekt, er liðiligt og terist ikki.

PE hevur lágt trýsttap vegna lága gníggimótstøðu.

PE samlast antín mekaniskt við koblingum ella sveisast saman. Sveising kann útførast, sum muffu dorn sveising ella við elektrofitting (fitting við innbygdum sveisitráði)

Rørini verða gjørd við ymiskum farvum(m.a blá ella svørt til vatn og gul til gass), men fittings eru altíð svørt. Rørini kunnu eisini fáast við útvendigum verjandi kappa

Varmaumráðið er – 40 °C til + 60 °C, men maks. trýst og livitíð avhongur av veskuslag og varma.

Kann brúkast til útyvir vatn- og gassskipanir, til avløbs- og køliskipanir  og trýstluft.

Kann leverast frá Ø 20 mm til Ø 1800 mm, og spiralviklaðum rørum upp til 3000 mm.

Trýst á her, fyri at sýggja tilfarsyvirlit

 

Theta

Tel +298 276666

við Bólstein 1  
520 Leirvík
Føroyar

©2017 by Theta. Proudly created with Wix.com

This site was designed with the
.com
website builder. Create your website today.
Start Now